Brandur Sandoy skyldar mær eina umbering. Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann sipar til tað, borgarstjórin á Sandi segði á tingsins røðarapalli í gjár um, at fimm milliónir krónur er ikki meiri enn Heðin Mortensen heldur starvsfólkaveitslu fyri. - Hann skuldsetir meg fyri at hava ballast fyri fyri miljónir, og svínar samstundis okkara starvsfólk til.
Les eisini: Heðin Ballast fyri fimm milliónir
- Í fyrra lagi haldi eg, at Brandur Sandoy skyldar mær eina umbering fyri at blaka tílíkt vanæriligt møsn av sær frá tingsins røðarapalli, sigur Heðin Mortensen.
Í øðrum lagi kundi hann eina tikið eina pausu frá sínum ídna stríði at krógva vesipappír fyri fremmandafólki, og heldur nýtt tíðina at sett seg betur inn í málið, leggur hann speiskliga afturat.
Les meiri við at trýsta HER |