Um vikuskiftið fer føroyska tannáringaidolið Brandur Enni at gera um seg í Íslandi.
Brandur skal spæla til fleiri konsertir, og serliga eina konsertin verður ein stór avbjóðing og samstundis góður møguleiki hjá tvørámanninum at gera vart við seg.
Í sambandi við íslendska tjóðardagin 17. juni skal Brandur saman við øðrum framføra á eini stórari útikosert í Reykjavík. Roknað verður við, at eini 25.000 fólk vera til konsertina, og so nógvum fólkum sleppa føroyingar sjáldan at framføra fyri.
Hetta er ein gyltur møguleiki hjá Brandi at fáa sín tónleik fram, og gongur honum eins væl á hesi konsert, sum tað hevur gjørt á øllum konsertunum í Føroyum, so kann okkurt spennandi vera í væntu.
Umframt framførsluna í Reykjavík skal Brandur eisini á pallin í Kópavági og Hafnafirði. Í Hafnafirði, har Brandur í fjør gekk í skúla og sang í millum annað Fjørðukrønni, skal hann spæla um kvøldið 17. juni.
Plátufelag er áhugað
Fløgan hjá Brandi Enni, Waiting in the Moonlight, sum kom út fyrst í mai mánaði, hevur selt væl í Føroyum. Sangirnir hava verið nógv spældir á útvarpsrásunum, og stórur áhugi hevur verið fyri konsertunum hjá Brandi.
Evnaríki sangarin fekk eisini møguleikan í helst best umtóktu donsku barnasendingini, tá hann vitjaði Bubber í farna mánaði. Síðani ta framførlsuna hevur Brandur fingið fleiri fjepparabrøv sendandi úr Danmark.
Í Íslandi hevur stóra plátufelagið, Skifan, víst áhuga fyri útgávuni hjá Brandi, og í sambandi við framførslurnar hjá honum um vikuskiftið, fer Skifan at syrgja fyri, at eisini íslendingar kunnu ogna sær frálíku føroysku poppfløguna.
Tað verður lagt nógv fyri í royndini at fáa Brandur Enni fram í grannalondunum, og hetta er ikki ein uppgáva, sum verður loyst eftir nøkrum døgum ella vikum. Bæði Brandur og fólkini, sum arbeiða saman við honum, hava gott tol og ætla næstu mánaðirnar at arbeiða støðugt fyri at føra Brandur Enni fram.
Fyrsta uppgávan verður í Íslandi frá leygardegnum og til týsdagin.