Summar Festivalur
Brandur Enni er ein ungur sangari, men tað eru nógv ár liðin, síðani hann veruliga breyt ígjøgnum í føroyskum tónleiki. Nú hevur hann egnan bólk, sum spælir tónleik, ið hann skrivar, og Brandur verður at hoyra á Summar Festivalinum í august.
Brandur Enni hevur sungið fyri fólki, síðani hann var ein smádrongur. Og tá hann gjørdist ein av sangarunum í Kulum Rótum komu føroyingar av álvara at kenna tann eygagóða og dugnaliga sangaran.
Seinni gjørdi Brandur mest sum poppstjørna í Føroyum, tá fløgan Waiting in the Moonlight kom út í 2002. Nógv varð gjørt burtur úr tónleikinum, og nakrir av Føroya bestu tónleikaru skrivaðu og spældur fyri Brand, sum veruliga hevði vind í seglunum við hesum tónleiki.
Brandur spældi nógv uttanlands einu tíðina, og ikki minst í Íslandi var hann væl umtóktur. Og har endaði tað eisini við samstarvið við Jóhonnu Guðrun um sangin Still Friends. Brandur var eisini við á festivalumí Nibe og Jelling.
Spælir egnan tónleik
Í fjør summar varð Brandur liðugur við fólkaskúlan, og síðani hevur hann gjørt nógv við tónleikin. Hann hevur stovnað bólin Anytime, sum hevur verið javnan at hoyrt seinastu tíðina, og hann hevur skrivað nógvan tónleik.
Brandur hevur millum annað verið í Svøríki, har hann hevur arbeitt við sangum saman við dugnaligum sangskrivarum og framleiðarum.
Tað verður nakað av hesum, sum verður at hoyra, tá Anytime við Brandi Enni á odda fer at spæla á Summar Festivalinum í august.
Umfra Brand Enni spæla eisini Leivur Samuelsenm, Bárður Poulsen, Sveinur Dam, Heini Ragnarson og Jákup Wardum í bólkinum.










