Brandur fær nýggjan kappingarneyta

FCK hevur í dag gjørt sáttmála við miðvallara frá Fílabeinsstrondini.

FCK boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt trý ára sáttmála við 18 ára gamla Aboubakar Keita. FCK hevur í longri tíð kannað sær unga fílabeinsstrandingin, sum nú er vorðin nóg gamal til at gera fulltíðarsáttmála.


Í fyrstu atløgu skal Aboubakar Keita spæla við U19-liðnum hjá danska høvuðsstaðarfelagnum, men Ståle Solbakken, FCK-venjari, sigur við Ekstrablaðið, at hann mest sannlíkt fer at verða innlimaður í besta hópin eftir nýggjár.


Aboubakar Keita er miðvallari, og tískil kann Brandur Hendriksson Olsen vænta sær enn harðari kapping um pláss á miðvøllinum hjá FCK, sum í løtuni er sera væl mannaður og ógvuliga sjáldan hevur pláss fyri føroyinginum.