Brandur er á veg til Svøríki

Føroyski landsliðsspælarin er í samráðingum við Helsingborg IF í bestu svensku deildini

Tað er nógv, sum bendir á, at Brandur Hendriksson Olsen er á veg úr íslendskum og í svenskan fótbólt.

Fleiri svenskir miðlar vilja vera við, at Brandur er í samráðingum við Helsingborg IF, sum spælir í bestu svensku deildini. Felagið flutti upp fyri einum ári síðani og endaði á tíggjunda plássi í ár.

Brandur Hendriksson Olsen hevur síðani á sumri í fjør spælt við FH á Hafnafirði. Hann er framvegis sáttmálabundin í FH, men síðstu mánaðirnar hevur tað aftur og aftur verið nevnt, at Brandur neyvan fer at halda fram at spæla í Íslandi.

Eftir langan skaðasteðg gekk tað striltið hjá Brandi at vinna støðið aftur, sum hann frammanundan hevði víst. Í summar og ikki minst í landsdystunum ímóti Norra og Svøríki fyri einum mánað síðani vóru avrikini sannførandi. Tá kyknaði tosið av álvara um, at tað var sannlíkt, at Brandur nú fer at spæla á hægri støði.

Tá varð nevnt, at feløg í Danmark vóru áhugað í at knýta føroyska miðvallaran at sær. Millum feløgini, sum vórðu nevnd, var Esbjerg fB, har Lars Olsen er venjari.

Jákup í Stórustovu er umboðsmaður hjá Brandi Hendriksson Olsen. Hann segði fyri einum mánað síðani við tipsbladet.dk soleiðis:

-Fleiri skandinavisk feløg eru áhugað í Brandi. Vit samskifta við FH, og saman við felagnum arbeiða vit við at finna rætta felagið til Brand, sum fegin vil royna seg á hægri støði, segði Jákup í Stórustovu fyri einum mánað síðani.

Nú vilja fleiri svenskir miðlar, sambært tipsbladet.dk, vera við, at Brandur fer at spæla í Svøríki.

Brandur Hendriksson Olsen hevur áður spælt við FCK, Randers FC og Vendsyssel FF. Um hann nú fer at spæla við Helsingborg IF, so fer hann millum liðfelagarnar at hava fleiri danskar spælarar. Í Helsingborg IF eru Anders Lindegaard, Anders Randrup og Tobias Mikkelsen.

Helsingborg IF hevur vunnið svenska meistaraheitið sjey ferðir. Síðsta ferðin var í 2011. Venjari er fyrrverandi landsliðsspælarin Olof Melberg.

19. desember fylti Brandur 24 ár. Hann hevur spælt 32 landsdystir og skorað trý mál.