Víkingur hevur í kvøld hildið ársaðalfund. Fundurin varð lýstur at vera í ítróttarhúsinum uppi á Brekku í Leirvík. Orsakað av illfýsna veðrinum varð fundurin fluttur og hildin í ítróttarhúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Víkingur skrivar soleiðis:
Mánakvøldið 7. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.
Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra
Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimur stóðu fyri valið. Hanna E. Olsen, Ólavur Thomsen og Jákup Poulsen, og øll stillaðu uppaftur og vóru afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur
Vit gleða okkum til kappingarárið 2022!
- Nevndin.