Brandur er ein av nógvum nýggjum

Randers hevur nýggjan íslendskan venjara, og millum nýggju spælararnar er íslendski landsliðsmálverjin

Í morgun vóru tíðindini, at skálvíkingurin og føroyski landsliðsspælarin Brandur Hendriksson Olsen nú flytur úr FCK og aftur til Jyllands. Í vár var hann útleigaður til Hjørring og Vendsyssel í næstbestu deildini. Næstu trý árini fer Brandur at spæla í Randers FC.

 

Nýggja felagið er í superliguni. Nýggjur venjari er íslendingurin Ólafur Kristjansson, sum fyri stuttum avloysti Colin Todd, sum nú er í Esbjerg.

Fyrsti dysturin hjá Randers í nýggja kappingarárinum verður mánakvøldið, tá ið talan verður um lokaluppgerð á útivølli ímóti FC Midtjylland.

 

Brandur hevur ikki enn vant saman við liðfeløgunum, og hann verður ikki við í hópinum, sum fer til Herning í morgin, men kortini verður nógv nýtt fólk í ferðalagnum. Umframt íslendska venjaran verður nýggjur maður millum stólparnar. Ein av trimum, sum kappast um málverjuplássið, er Hannes þór Halldórsson, sum vardi málið, tá ið Ísland stóð seg so væl í EM endaspælinum í Fraklandi fyrr í summar.