Fyrsti bólkur at framføra í Flagstjaldinum var Brandur Enni. Hann fór á pall í kvøld kl. 20.
Barnastjørnan, sum varð kendur í 2002 við hittinum 'Waiting in the Moonlight', er vorðin vaksin og ger í dag meira 'seriøsan' tónleik. Við øðrum orðum syngur hann um annað enn at bíða eftir eini gentu í mánalýsinum. Eitt nú sang og spældi hann ein sang, sum umhandlaði støðuna í Miðeystri umframt tað mesta av síni nýggjastu fløgu 'Sometimes the truth needs a lie'.
Tjaldið var við konsertarbyrjan væl minni enn hálvfult. Men fólk løgdust aftrast so hvørt, sum konsertin hjá Brandi leið úteftir, og til síðst var tjaldið á leið hálvfult.
Síggj her nakrar myndir frá konsertini.