Hóast teir sum mannað bólkin eru ungir, so er hetta ein bólkur í støðugari menning. Bara teir seinastu mánaðirnir hevur bólkurin spælt nógvar stórar konsertir, og hetta er slíkt sum gevur hár á bringuna.
Tað var ein fragd at hoyra Anytime á spæliplássinum fyrr í dag. Tað var eyðsæð, at Brandur er vælumtóktur millum genturnar. Tær flokkaðust frammanfyri pallin, og hetta gav konsertini eitt meiri altjóða snið.
Eg hoyrdi tíanverri ikki alla konsertina, men tað sum eg fekk við var heilt gott. Anytime hevði fingið Jens Marna Hansen at spæla við sær á G!, og hetta gjørdi eisini mun. Hann fylti væl út, og tónleikurin fall væl saman millum Anytime og Jens Marna Hansen.
Hetta var helst tann besta framførslan hjá bólkinum nakrantíð. Flott!
RJJ










