Føroyski landsliðsspælarin, Brandur Hendriksson Olsen, spældi í gjár sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá Randers FC, síðani hann sleit krossbandið í feburar. Eftir ætlan skuldi hann ikki spæla fyrr enn í vár, men endurvenjingin hevur gingið so mikið væl, at einki var at bíða eftir.
Les eisini: Brandur aftur á vøllinum
- Hóast úrslitið, er hetta nakað eg havi arbeitt miðvíst ímóti, so tað er eitt stórt fet fyri meg. Planurin var, at eg ikki skuldi spæla fyrr enn í vár, men tað hevur gingið so mikið væl, at læknin ikki dugdi at síggja nakað positivt við at bíða. Nú gleði eg meg bara til at spæla fótbólt aftur, sigur Brandur Hendriksson.
Randers FC tapti dystin móti Silkeborg 3-2. Skálvíkingurin kom á vøllin eitt korter fyri tíð, tá var Silkeborg longu á odda 3-2. Tað hevur eisini sett seg eitt sindur mentalt, at miðvallarin ikki hevur verið á vøllinum síðani feburar.
- Mentalt er tað eitt sindur trupult at loypa í eina takling, men fysiskt føli eg einki, sigur Brandur Hendriksson við in.fo.
Randers FC hevur tað trupult í løtuni í Superliguni. Liðið liggur næstniðast við 14 stigum. Átta tey niðastu liðini spæla í einum niðurflytingarbólki.