Brandur: Ein vánaligur fyrri hálvleikur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Miðvallarin er ikki nøgdur við avrikið ímóti Kosovo, men heldur, at tað var læruríkt

Miðvallarin, Brandur H. Olsen, sum tørnar til aftur hjá FC Keypmannahavn 20. juni heldur ikki, at talan var um eitt gott avrik, tá Føroyar taptu 0-2 ímóti Kosovo í venjingardystinum í Frankfurt í Týsklandi.

 

Brandur H. Olsen gevur serliga ilt av sær um fyrra hálvleik, sum var stak vánaligur. Miðvallarin heldur ikki, at føroyska liðið skapti nóg nógv, tá teir vóru 11 ímóti 10 á vøllinum. Tað var ikki fyrrenn heilt ímóti dystarenda, at føroyska liðið kom til nakrar góðar støður.

 

Brandur H. Olsen heldur tó, at føroyska liðið hevur lært nakað av 0-2 tapinum ímóti Kosovo í kvøld. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen á Rás2 aftaná dystin ímóti Kosovo.

 

(Mynd: Hans Erik Danielsen)