Brandur bjóðar til útgávukonsert

Í samband við, at nýggja fløgan hjá Brandi Enni ?Sometimes Truth Needs a Lie? verður

útgivin, verður skipað fyri útgávukonsert kring landið. Brandur vann heiðurin sum ársins sangari á Planet Awards sunnukvøldið 27. des 2009.

Átta ár eru liðin síðani Brandur, sum 12 ára gamal, hevði sína fyrstu útgávukonsert í

Norðurlandahúsinum.

Nú er hann klárur við eini nýggjari útgávu, sum leingi hevur verið ávegis. Brandur hevur skrivað løg til hesa útgávu, seinastu fimm ársini, síðani hann byrjaði samstarvi við tónleikaforlagið Air Chrysalis of Scandinavia. Hann hevur skrivað sangir saman við nøkrum av heimsins fremstu sangskrivarum, sum hava skrivað

løg til millum onnur Joe Cocker, Celine Dion, Gavin DeGraw, Mr. Big, Scorpions,

Westlife, AC/DC, Black Sabbath, Tim Christensen og so framvegis.

 

Roxette sama studio

Fløgan var innspæld og miksað í august og september mánaði í ár, í Aerosol Grey

Machine Studios, har Roxette nú eru í ferð við at innspæla sína næstu fløgu. Tað sum

er serligt við hesum upptøkuhølinum er, at møguleiki er fyri at innspæla og miksa

við eldri, analogari útgerð, sum hevur givið upptøkunum eitt serliga heitt og

livandi ljóð. Lionheart International og Universal Music útgeva fløguna.

 

Rokkur og strúkarar

Brandur bjóðar til eina fjølbroytta konsert vid einum væl mannaðum bólki við strúkarum, har nakrir av okkara dugnaligastu tónleikarum verða við. Talan er um Kim Hansen, Eyðun Hansen, Tróndur Enni, Henning Hjalt Nicodemussen, Angelika Nielsen og Tóri

Restorff.

 

Lív Næs verður gestasolistur á konsertunum. Vit kenna hennara natúrligu og sjarmerandi rødd frá útgávuni við Niels Midjord ?Tú Skalt Eiga Morgindagin? har hon

sang seg inn í hjørtini á flestu føroyingum.

 

Konsertirnar vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 29. Des. Á Seglloftinum á Tvøroyri 30. Des. og í Norðurlandahúsinum 13. Jan. Konsertirnar byrja kl. 19.30.

 

 

Atgongumerki á 150,- fáast í kunnigarstovunum í Klaksvík, Fuglafirði, Runavík, Tvøroyri og Tórshavn.

Í Norðurlandahúsinum og á www.nlh.fo