Brandur í Bili

Gjáramorgunin kom eldur í ein bil, ið stóð parkeraður úti í Bakka í Havn.

Gjáramorgunin kom eldur í ein bil, ið stóð parkeraður úti í Bakka í Havn. Boðað varð frá til Alarmsentralin, og lítla løtu seinni var sløkkiliðið á staðnum og fekk sløkt eldin alt fyri eitt.

Fólk á Sløkkiliðsstøðini í Havn siga seg ikki vita orsøkina til eldin, men tó siga tey, at nógv bendi á, at talan var um skammlop í elskipanini. Tað var nevniliga í tólbrettinum, at tað brendi. Bilurin er nú koyrdur á Bileftirlitið, har kannað verður, hvør orsøkin var til eldin.

Eingin var í bilinum tá eldur kom í.