3-2 sigurin til FCK móti Real Madrid merkir, at FCK hevur spælt seg víðari til 1/8 finalurnar, sum verða leiktar komandi vár.
Tað var stórt drama á Frederiksberg Idrætspark, tá FCK møtti Real Madrid í UEFA Youth League kappingini. Við einum sigri elt FCK fast um annað plássið í bólkinum.
Yones Felfel legði FCK á odda 1-0 eftir 17 minuttum, áðrenn Felipe Sáez Carillo og Marcos Legaz vendu dystin á høvdið við tveimum málum til gestirnar frá Real Madrid.
Í seinna hálvleiki skapti ein útvísing til Real Madrid málmannin, David Oliveros, gyltan møguleika at javna, og Mikkel Wohlgemuth var tryggur frá 11 metur blettinum tá leiktir vóru 69 minuttir.
Stutt seinni sendi Marcus Mathisen bóltin í netið til endaliga úrslitið 3-2 framman fyri 1.852 áskoðarum.
Real Madrid vinnur bólkin við 11 stigum, FCK fekk 10 stig, meðan Juventus og Galatassaray fingu ávikavist átta og tvey stig.
Brandur Hendriksson Olsen hevur verið fastur fúsur í øllum UEFA Youth League dystunum hjá FCK, og var eisini við í dag.