Síðsta sunnudag spældu tveir føroyskir landsliðsspælarar ímóti hvørjum øðrum, tá ið fyrsta umfar í bestu donsku deildini var á skránni.
AaB hevði í Aalborg vitjan av AC Horsens, og Gilli Rólantsson var á AaB liðnum, meðan Hallur Hansson var á liðnum hjá AC Horsens. Úrslitið var 1-1.
Í morgin verður aftur møguleiki fyri uppgerð millum tveir føroyskar landsliðsspælarar í bestu donsku deildini. Brandur Hendriksson skrivaði síðsta sunnumorgun undir sáttmála við Randers FC. Hann var ikki á liðnum, sum megnaði 2-2 á útivølli ímóti FC Midtjylland. Einki forgjørt var í tí, tá ið Brandur ikki hevði vant saman við nýggju liðfeløgunum.
Heimasíðan hjá Randers veit at siga, at tað er møguleiki fyri, at Brandur í morgin fer at spæla fyri fyrstu ferð á besta Randers liðnum. Hann er millum teir átjan, sum Randers venjarin, íslendingurin Ólafur Kristjánsson hevur á listanum. 20 ára gamli Brandur hevur nummar átta á troyggjuni.
Gilli Rólantsson er millum teir átjan, sum AaB venjarin Lars Søndergaard hevur við sær til Randers, har fyrsta bríksl verður klokkan 19 sunnukvøldið. Tað fer at bera til at fylgja við á TV3 Sport 1 rásini.