Seinnapartin mikudagin læt Kafe Vágbotn uppaftur og fer nú at hava opið til endan av august. Í gjár, tá Portalurin vitjaði, stóð 22 ára gamli, Brandur Leivsson Hansen, í útikafe?ini. Brandur er hoyvíkingur, og hann lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann gjørdist málsligur studentur í Hoydølum í 2009 og byrjaði at lesa á Setrinum síðsta heyst.
Seinnu árini hevur hann arbeitt fyri Hotel Føroyar í frítíðini, og her hevur hann eitt nú staðið í barrini, eins og hann hevur tikið sær av ymiskum urtagarðs-og viðlíkahaldsarbeiði.
Í fjør summar arbeiddi Brandur eisini í Kafe Vágsbotn, og hetta dámdi honum ógvuliga væl. Nú kafe?in læt uppaftur seinnapartin mikudagin, er hann enn einaferð til reiðar at taka sær av viðskiftafólkum, sum detta inn á ?gólvið? í útikafeini ? til ein bita ella til okkurt leskandi.
- Vanliga hava vit opið frá klokkan 11 fyrrapart til klokkan 22 á kvøldi. Er veðrið gott, og nógv fólk er í Vágsbotni, kunnu vit hava longri opið. Vit hava eitt nú sandwick, høsnarunga, sushi og vaflur, og vit hava eisini sodavatn, smooties, milkshake, øl og sommersby, sigur hann.
Brandur sigur, at Kafe Vágsbotn verður væl vitjað, tá veðrið er gott.
- Tað hevur eisini víst seg, at rættiliga nógv fólk savnast í Vágsbotni, tá ferðamannaskip eru á Havnini. Hinvegin eru flestu gestirnir hjá okkum føroyingar, og sum heild hava fólk tikið væl ímóti útikafe?ini í Vágsbotni, leggur hann aftrat.
Men er tað ikki kalt at arbeiða í eini útikafe?
- Nei, tað er eingin trupulleiki við kulda. Vit hava jú rúmið her aftanfyri, og vit hava eisini røttu búnarnar, tá sólin ikki skínur.
Brandur Leivsson Hansen heldur, at tað er sera hugnaligt at arbeiða í Vágsbotni um summarið, tá sólin skínur, og øll eru í góðum hýri.










