Brandur, Annika og ÍSB

-

Týskvøldið, 14. des. 1999 var jólaveitslan, sum Stuðlafelagið Í.S.B. stuðlaði fyri, millum 250-300 fólk vóru. Hetta má uttan iva vera besta jólaveitsla av øllum. Spontan gleði og vælnøgd eyðkennir øll, sum luttaka.

Umframt at Stuðlafelagið er ein framúr góður fíggjarligur stuðul, so er henda veitsla eitt stórt tiltak, sum er gjørd fyri øll tey, sum luttaka í ymsum ítróttargreinum fyri brekað, s.t.d. svimjing, frælsa ítrótt v.m.

Eitt nýtt og spennandi tiltak var fyrstu ferð við. Brandur Øssurson og Annika Højgaard hava vant eitt orkestur við menningartarnaðum, og er hetta tiltak skipað undir Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla.

Tíbetur var Napoleon Nolsoy leiðari av kvøldskúlanum aftur við í ár, soleiðis sum hann plagar. Vit vita væl, at nógv sæst eftir á tí handaliga økinum samb. framsýningum. Úrslitið av arbeiðinum hjá Brandi og Anniku sóu og hoyrdu vit á hesi somu jólaveitslu.

Tað er ótrúligt, at tit uppá so stutta tíð eru komin so langt ávegis. Eg skilji, at tey eru byrjað við rytmum. Frálíkt - ein glaður flokkur, sum heilt seriøst fór undir hesa framførslu við líka so spentum áhoyrarum. Fyrst byrjaðu tey við trummunum og rytmuinstrumentum og so tóku hornini undir.

Tað var dýrdartøgn og so livdi allur salurin við.

Stóra tøkk - fyrst og fremst Brandur og Annika, síðani tit, sum gleddu okkum við tykkara spæli. So fingu vit eina cornetsolo! Tað var Malan, sum frøddi áhoyrarnar við 2 ferðir at spæla cornet fyri okkum.

Sjálvdan hava solistar møtt størri fagnað enn Malan og orkestrið. Eingin endi var á fagnaðinum.

Hetta er tað, sum eg altíð havi víst á, at tað er ótrúliga nógv, tey menningartarnaðu kunnu, um bert vit gera umstøðurnar eftir teirra treytum. Her var »sjón fyri søgn«. Annika og Brandur tit eiga stóran heiður og tøkk fyri tykkara ótroyttiliga arbeiði. Tit prógvaðu, at tað ber til.

So at enda takk til nevndina í Stuðlafelag Í.S.B. og vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og góðan arbeiðshug í tí nýggja árinum, og gott ítróttarár hjá Í.S.B.

Hanna