Á aðalfundi hjá Ríðisamband Føroya í dag, var Brandur í Dali afturvaldur sum formaður. Brandur í Dali umboðar Føroya Ríðingarfelag. David Nordendal umboðandi Føroyskt Íslandsrossafelag var afturvaldur sum nevndarlimur. Zacharias R. Jacobsen ið umboðar Vága Ríðingarfelag heldur fram sum næstformaður, hann stóð ikki fyri valið hesaferð. Tað skrivar ítróttarsambandið á teirra heimasíðu.
Upplýst verður eisini, at nevndin í Ríðisambandinum fegnast um eitt hendingaríkt ár, har føroyingar hava luttikið við góðum úrslitum í altjóða kappingum. HM í gonguløgum var hildið í Herning fyrr í ár og stóð føroyska liðið seg rættiliga væl.
Harumframt hava føroyingar á fyrsta sinni ein altjóða dómara innan gongulangskappingar. Talan er um Hera D. Dahl, ið fyrr í ár stóð eina roynd í Týsklandi, og kann nú kalla seg altjóða dómara innan gongulagskappingar.
Harumframt stóð Jóna Ólavsdóttir eisini roynd sum kynbótadómari fyrr í ár.
Á teirra heimasíðu fegnast Ríðisambandið um nýggju dómararnar, ið tey meta kunnu vera eitt stórt íkast fyri føroysku ríðing næstu árini.