Brandur aftur á vøllinum hjá FCK

Ungi skálvíkingurin slapp aftur upp í part, tá besta liðið hjá FCK í gjárkvøldið spældi venjingardyst móti NK Maribor.

Tað gongur væl hjá føroyska U-21 landsliðsleikaranum, Brandur H. Olsen í FCK. Brandur H. Olsen er millum teir tveir U-20 leikararnar hjá FCK, ið eru úttiknir til venjingarleguna hjá besta liðnum, sum í hesum døgum er í Eysturríki.

 

Í seinastu viku varð Brandur skiftur inn í 1-0 sigrinum hjá FCK móti AC Horsens og í gjárkvøldið slapp Brandur aftur upp í part, tá FCK spældi venjingardyst móti NK Maribor. Brandur varð skiftur inn, tá umleið 65 minuttir vóru spældir av dystinum.

 

Fremsta deildin í Danmark fer av bakkastokki longu um 10 dagar.