Tað gongur væl hjá føroyska landsliðsleikaranum, Brandur H. Olsen í løtuni. Í gjár skoraði hann einsamalla málið í dystinum, tá FCK vann 1-0 á heimavølli móti OB.
Og longu í dag, hevur Brandur H. Olsen aftur gjørt um seg fyri FC Keypmannahavn, tá hann spældi við eykaliðnum móti FC Nordsjælland.
Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, har Brandur H. Olsen var ein av málskjúttunum hjá FCK. Málið hjá Brandi kom aftaná brotsspark, sum føroyingurin setti trygt í netið.
Sum heild er upptaktin til landsdystin móti Grikkalandi eisini góð. Felags fyri mestsum allar teir, ið spæla uttanlands er, at tað í løtuni gongur sera væl.