Brandskadda skipið, »Akademik Lazarev« rekur móti boripallinum, »Draugenplatformen í Norðsjónum.
Russiska skipið var 130 kilometrar í ein útnyrðing úr Tróndheimi, tá skipaerin boðaði frá eldi umborð sunnukvøldið.
Tamarhald varð fingið á eldinum, men tá skipið skuldi sleipast tili lands fyrrapartin mánadagin, slitnaði endin frá sleipibátinum, »Ocean Sky«, sigur norska bjargingartænastan.
Skipið er umleið 15 kilometrar frá boripallinum, men hann rekur í ein landnyrðing nú. Ein annar sleipibátur, »Water Man« er á veg í økið, sigur Johan Mansåker frá bjargingartænastuni við Dagbladet.
Á Draugenboripallinum, sum Shell rekur, er manningin ávarað, og teir gera seg klárar til at fara av pallinum.
Fyribils er tað ódramatiskt, men vit eru klárir at flyta fólkið av pallinum. Tað tekur í mesta lagai tveir tímar, og tað sær út til, at skipið er 10 tímar burturi, sigur talsmaðurin hjá Norks Shell, Terje Jonassen.
Shell bíðar nú erftir veðurlíkindunum, áðrenn ein støða verður tikin..
Eingin av 30 mans stóru manningini á Akademik Lazarev fekk skaða av eldinum, skriva norks bløð.