Klokkan 02.40 í nátt fekk løgreglan fráboðanir frá fleiri, um at eldur var í á Toftum, tá Plattavirkið niðri á havnalagnum á Toftum brann.
– Tað er liðugt at sløkkja, og í løtuni er støðan góð. Men tað var nógv tilfar inni í bygninginum, so at lív er enn í eldinum, sigur Hanus Heinesen, brandmeistari í tíðindunum á Rás2 á middegi.
Á Toftum varð boð sent eftir sløkkiliðsfólki bæði av Skála og úr Fuglafirði at hjálpa við at sløkkja stóra eldin. Login var stórur bæði inni í bygninginum og á økinum rundan um. Eisini mátti ein bygningur við síðuna av verjast.
– Bygningurin er farin allur sum hann er. Tað verður stórarbeiði at gera hetta aftur, sigur hann
– Tíbetur var ongin í bygninginum, hóast tað kemur fyri, at fólk eru í hasum bygninginum um náttina, segði Hanus Heinesen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hanus Heinesen, brandmeistara.










