Magni Arge er væl nøgdur við nýggju brandingina av Føroyum.
- Mær líkar tað væl. Nú má eg viðganga, at eg havi verið við í pørtum av tilgongdini, og fyrr var illa, um eg ikki helt, at tað var í lagi, sum kom fram í dag. Men eg eri fegin um, at fólk hava tikið so væl ímóti nýggja brandinum, sigur Magni Arge.
Hann heldur, at hetta gevur góðar vónir um, at vinnan fer at brúka brandið.
- Har, sum eg síggi tað stóra viðri í hesum er, at fara allir aktørarnir at brúka hetta brandið í rímiliga stóran mun, so gevur tað okkum eitt betri afturljóð úti í heimi. Harvið verður tilvitanin um Føroyar størri, og tað er hetta, vit hava brúk fyri, sigur Magni Arge.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit standa saman, og ikki minst, at tað er sami boðskapur, sum fer út allastaðni frá.
- Tað, sum vit hava upplivað framman undan er, at vit hava koyrt eina linju, eitt annað felag hevur koyrt eina aðra linju, og Ferðaráðið eina triðja linju, tá teir yvirhøvur hava verið á bananum. Teir hava mest sum ikki verið við í fleiri ár, men nú er Ferðaráðið við í vinnuni við so nógvum pengum, sum vit ikki hava sæð áður, og leggja so fyri við einum brandi, sum vit so kunnu velja at verða við í, sigur Magni Arge.
Tá allar kreftir verða lagdar saman, er møguleikin fyri at fáa afturljóð nógv størri.
- Tað er stóri vinningurin í øllum, og so haldi eg eisini, at teir hava rakt temmiliga væl og hava skapt eina spennandi umboðan av Føroyum, sigur Magni Arge.
Í mun til un, ella ó-brandið, hevur hann ikki nakra avgjørda støðu.
- Tað fer tíðin at vísa. Eg haldi, at tað í ein ávísan mun avspeglar, at tað er rættiliga torført at seta eina orðing á, hvat Føroyar er, og tí hava teir sett upp nøkur orð, hvat Føroyar eisini er, nevniliga ótamt, óspilt, ótrúligt og so víðari. Og tað tykist at fara at virka marnkaðarføringsvís, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog.
Týdning fyri Smyril Line
Eisini stjórin á Smyril Line er ógvuliga væl nøgdur ivð nýggja brandið av Føroyum.
Sum øll hini eri eg bergtikin av framløguni, og eg havi eina góða kenslu av, at hetta er byrjanin til, at nú fara vit saman at syrgja fyri, at føroysk ferðavinna kemur á breddan, og at vit fáa eina framgongd í vinnuni, sigur Rúni Vang Pousen.
Hetta, at øll innan føroyska ferðavinnu nú kunnu savnast innan eitt einstakt brand er nakað, ið bíða hevur verið eftir leingi.
- Er tað nakað, sum eyðkennir føroyingar, er tað, at vit ikki kunnu standa saman um nakað sum helst, men her haldi eg, at vit við Guðrið Højgaard á odda, hava megnað at savna vinnuna soleiðis, at vit nú standa saman um hetta, sigur Rúni Vang Poulsen.
Hann heldur, at hugsanin, at branda Føroyar sum eitt un, ella ikki-land, er áhugaverd.
- Hetta er ein ógvuliga áhugaverdur vinkil at taka upp, men tað sær ógvuliga gott út. Á ein ella annan hátt er hetta uncomplicated, og tað er gott, haldi eg. Og hetta verður ein góður vinkul at marknaðarføra Føroyar upp á, sigur Rúni Vang Poulsen.
Hann heldur, at hetta kann verða við til at náa málinum um at tvífalda ferðavinnuna.
- Tað er í hvussu er einki, sum bendir á, at so ikki verður, so tað trúgvi eg upp á. Og fyri okkara viðkomandi er Smyril Line ein føroysk fyritøka, sum virkar í Føroyum, men eisini fyrst og fremst fyri, at fáa so nógv útlendsk ferðafólk at koma hendanvegin, sum gjørlig. Eg trúgvi, at hetta fer at fáa stóran týdning fyri okkum eisini, og vit fara sjálvandi at nýta brandið í okkara marknaðarføring, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line.