Brandgóð konsert í tjaldinum

Brandur Enni fór á Flagspallin í stóra tjaldinum á Summarfestivalinum. Og hann er ein barnastjørna, sum er vaksin við uppgávunum og gávunum, og er í dag ein dugnaligur unglingi, ið er betri enn nakrantíð

 
Tað hevur verið stilli kring Brand Enni í eina tíð. Hann fór á pallin á Summarfestivalinum og hetta gjørdist ein rættiliga góð konsert.
Ragnhild Ellingsgaard kom á pall og greiddi frá um Brand og um nýggju ætlanirnar, ið m.a. fevna um, at Brandur nú fer til Svøríkis í upptøkuhøli har.
                      Tjaldið fyltist skjótt  av bæði yngri og eldri lurtarum. Brandur legði fyri við einum lag, sum er sett til orð hjá Pól F. Joensen. Tað er Hanus G. Johansen, ið hevur gjørt lagið, men hetta er ikki  eitt lag, sum er kent millum manna. Tað er við heitum rútmum  calypsokent  og riggaði stak væl og eitur Lívið er sum eitt kertuljós.
                      Brandur Jacobsen, Eyðun Nolsøe, Bjarki Meitil og Tróndur Enni leiktu undir hjá Brandi Enni og á skránni vóru løg hjá Tim Christensen, Deep Purple og so sjálvandi tey mongu løgini, sum vit kenna frá Brandi sjálvum, so sum Heimið og Perfect Summer. Tað riggaði væl hjá manningini og hjá Brandi og eisini ljóðið í tjaldinum var gott og gjørdi hetta til eina góða konsert.