Løgreglan í Keypmannahavn tók í gjárkvøldið tveir ungar menn, sum høvdu tveitt brandbumbur eftir einum handli Teir báðir menninir høvdu tveitt brandbumbur í vindeyguni á einum handli hjá ketuni Super Best í Tingbjerg í Keypmannahavn.
Bumburnar gjørdu ikki stórvegis skaða, men løgreglan fer kortini at krevja menninar varðhaldsfongslaðar, tá grundlógaravhoyring verður í dag.
Beint framman undan tilburðinum í Tingbjerg høvdu ungdómar tveitt brandbumbur eftir løgreglumonnum, sum skuldu sløkkja eldin í einari bingju. Ein brandbumba rakti løgreglubilin, men hon gjørdi tó ikki skaða, sigur TV2.










