Ókendir búrkroppar tveittu seint í gjárkvøldið grót og eina brandbumbu eftir einum viðgerðarheimi fyri børn á Frederiksberg í Keypmannahavn. Eitt av starvsfólkunum sigur við TV2, at børnini lógu og svóvu, tá hetta hendi, men at tey vórðu vakt og máttu út í tún.
-Vit vistu jú ikki, hvussu álvarssamt hetta var, sigur starvsfólkið, sum ikki vil leggja navn til.
Tað vísti seg, at brandbumban hevði fest í tætt við høvuðsdyrnar, men eldurin varð skjótt sløktur.
Hvørki starvsfólkini ella løgreglan í Keypmannahavn vita, hví onkur fann uppá at søkja at heiminum. Løgreglan hevur fingið at vita, at trý fólk vórðu sædd renna burtur frá húsunum beint aftan á hendingina, og tey vil løgreglan fegin hava orð á.
Viðgerðarheimið, sum eitur Solbjerg, er eitt viðgerðar- og umhvørvisstað fyri børn upp til 16 ára aldur. Børnini eru millum trý og 12 ár, tá tey koma á heimið, og í meðal eru tey har í trý ár.