Brandbilurin koppaði

Undir sløkkiarbeiðinum í Hoydølum koppaði tann størsti brandbilurin og brandmaðurin í bilinum fekk skaða

Brandbilurin koppaði, tá sløkkiliðið var farið undir at sløkkja seinastu logarnir í umfatandi eldinum, sum kolaði gentukostdeildina upp.

Brandbilurin, sum var tann stóri stigabilurin við 30 metra langa krananum, bakkaði niðan ímóti inngongini, og armurin við lyftini var komin einar fimtan metrar upp um húsini, tá asfaltið og undirlendið gav eftir, og bilurin koppaði niður í eitt næstan tveir metrar djúpt hol.

- Vit løgdu merki til, at undirlendið var bleytt við vegin, tí bakkaðu niðan móti grundini og roknaðu við, at gott var undir har, sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri, við Sosialin. Hann sigur eisini, at til alla lukku datt lyftin við manninum ikki niður í brennandi húsið, men niður í bøin.

Kartni Jacobsen kennir ikki til nakað annað stað í Havn, har undirlendið er so vánaligt.


Bilin av landinum

Seint á kvøldi fingu teir bilin upp aftur og løgdu kranan saman manuelt, sum teir hava lært. Bæði tann langi armurin og lyftin sjálv hava fingið nakað av skaða. Tí má bilurin sendast til Finlands, har útgerðin er sett í. Har skal belastningurin kannast.

- Hetta tekur helst ein mánað, og tí eru eisini ætlanir um, at leiga ein bil úr Svøríki. Hetta tekur helst eina viku.

Av tí at talan er um eina arbeiðsvanlukku, varð Arbeiðseftirlitið eisini boðsent.


-


Myndatekstur:

Stóri stigabilurin varð keyptur í 1999, og er tann triði stóri bilurin í røðini, harav tann fyrsti kom í 1976. Hesin varð upprunaliga keyptur fyri at røkka upp á Landssjúkrahúsið, sum er hægsti bygningur í landinum.