Í gjár varð brandbilurin, sum svínoyingar hava keypt í Vestmanna, fluttur til oynna.
Gamli Toyota-brandbilurin er í sera góðum standi, og Svínoyar kommuna hevur fingið hann til keyps fyri sera lagaligan prís.
Í brandbilinum er tangi upp á 500 litrar, og pumpiútgerð hoyrir eisini til. Bilurin hevur bensinmotor.
? Vit hava fingið brandbilin við teirri treyt, at hann verður brúktur sum brandbilur. Tað er stórur áhugi fyri hesum bilinum sum ellisakfar, sigur Pól Sundskarð, bygdaráðsformaður í Svínoy.
Samstarv
Svínoyingar hava tosað við sløkkiliðið í Klaksvík um samstarv, og tað eru klaksvíkingar sinnaðir fyri.
Samstarvið við sløkkiliðið í Klaksvík skal millum annað føra við sær, at nakrir svínoyingar fáa kunnleika til eldsløkking og útgerðina, sum kemur í oynna.
Ætlanin er at byggja eitt bilhús í Svínoy, so brandbilurin kann standa væl.
Nýggja gravkúgv
Umframt brandbilin var eisini ein nýggj gravkúgv hjá Svínoyar kommunu flutt til oynna í gjár, og harafturat kom ein lastbilur afturíaftur, sum hevur verið til umvælingar.
Í Svínoy hava tey ruddað seinastu tíðina, og sandbáturin, sum sigldi út við bilunum og maskinuni, skuldi taka eina rúgvu av burturkasti við sær úr oynni aftur.
? Her er ein rúgva av burturkasti savnað saman, og tað verður gott at sleppa av við tað, sigur Pól Sundskarð, bygdaráðsformaður.