Ein gravkúgv mátti koma á staðið fyri at fáa brandbilinum leysan aftur.
Brandbilurin hevði koyrt oman á sandin, men megnaði ikki at koyra ígjøgnum tjúka sandin. Hóast fleiri royndir, kláraði brandbilurin ikki at koma leysur sjálvur.
Tí kom ein gravkúgv til hjálpar, og tá lukkaðist at fáa brandbilin leysan og niðan av sandinum aftur.
Myndir: Inna Tørnroos