Kartni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at bilarnir skulu nýtast í smáu bygdunum í Tórshavnar kommunu. Teir eru útgjørdir við tí mesta sum hoyrir til ein brandbil sum t.d. vatntanga, hátrýstpumpu við skúmi, útrykninsljósum og sirenu.
Bilarnir eru amerikanskir, av slagnum Polaris Ranger 4x4, sum eru uppbygdir til brandbilar hjá
Rosenbauer International í Eysturríki. Teir hava ikki vanligan girkassa, men bert høg og lág gir, umframt bakkgir.
Fyrimunurin við hesum bilum er at ístaðin fyri at draga sløkkiamboðini á einum vogni, er nú alt í einum væl útgjørdum bili, sum kann koma fram allastaðni, sigur Kartni Jacobsen.
mg