Brandbilar ryktu út í Havn í morgun

Tað vísti seg, at einki var á vási - ein automatiskur alarmur var farin í gongd

Stutt aftaná klokkan 8 í morgun rykti Sløkkiliðið í Havn út. Tveir sløkkiliðsbilar møttu saman við átaksleiðaranum upp uttan fyri matstovuna Bitin mitt í Havn. Men har var einki upp á seg. Tað vísti seg, at tað var bara ein ABA-alarmur, sum var farin í gongd.

 

Ein ABA-alarmur er ein automatiskur alarmur, sum gevur boð beinleiðis niðan á Brandstøðina, um hann varnast royk ella damp.

 

Tað sá annars út sum, at okkurt var á vási í Bitanum í morgun, tí øll vindeyguni í matstovuni vóru latin upp. Men tað var ein orsøk til hetta, sigur átaksleiðarin.

 

– Onkuntíð slær alarmurin út, um tað er eitt sindur heitt, lummurt ella tokut inni. Luftfuktigheitin hevur nógv at siga. Tí prøvaðu vit at lufta út, sigur hann.

 

Eftir øllum at døma er hetta nakað, sum sker av og á - altso at Sløkkiliðið fær boð umvegis ABA-alarmar, tá tað er for heitt inni. Men tað vísir í hvussu er bara, at alarmurin riggar.