Brandbilar komu eftir røstum royki

Ein lesandi føroyingur í Lund í Svøríki hevði um jólini familjuna a vitjan og 1. jóladag ótu tey ræst kjøt. Hugnin fekk eina vend, tá fýra brandbilar komu í túnið, tí grannar høvdu klagað um royk ella eld. Talan var um ræstan royk, men hvørki grind ella eld

Ein lesandi føroyingur í íbúðarblokkinum Studentlykkan í Lund í Svøríki hevðu um jólini familjuna á vitjan. Foreldrini, bróðurin og kona hansara,  vóru á vitjan og 1. jóladag ótu tey ræst kjøt, sum ikki er óvanligt í Føroyum, men kanska heldur forkunnugt í Lund.
                      Familjan hugnaði sær, men eftir lítlari løtu bankaði heldur harðliga á dyrnar og uttanfyri stóðu tveir brandmenn og úti í túninum stóðu fýra blinkandi brandbilar.
                      Tað vísti seg, at teir høvdu fingið fráboðan um eld á 3. hædd á Råbyvangen.
- Søgurnar eru mangar um, at føroyskur matur er ikk so væl dámdur í londunum kring okkum, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn vit fullu til róð og bara kundu flenna at støðuni. Og brandmenninir fingu boðið ein ræstan bita, kjøt og riv, men takkaðu ?Fy faaan, nej?, ?Er det mat???, og hildu so leiðina heim, frætta vit frá føroyingunum í Lund.Talan var ikki um eld, men bert ræstan royk.