Brandansútferð til avdúking av Gøtutrónda

Ein heil armada, allur Enni-flotin, Norðlýsið, Enniway og Brandan, fer til avdúking av standmynd av Trónda í Gøtu leygardagin. Farið verður frá Skeivapakkhúsi kl. 9 Seinnapartin leygardagin verða Tróndardagarnir settir í Gøtu við eitt nú avdúking av standmynd av tjóðarhetju okkara, Trónda í Gøtu. Sum nakað heilt fyri seg og sum eina eyka uppliving fara tey, sum reka Norðlýsið, Enniway og Brandan útferð til Gøtu. Tú sleppur at uppliva sjógvin fyri og eftir avdúkingina.

Birgir Enni, eigari og skipari og eisini kosin ársins føroyingur í fjør, sum hevur tikið stig til hesa forkunnugu Gøtutróndarferð sigur við Portalin, at hetta er eitt somikið forvitnisligt og søguligt tiltak, at hann hevur avgjørt at fara til Gøtu við øllum Enni-flotanum. -Hetta haldi eg verður ein stór uppliving, og tí verður lagt frá landi í góðari tíð.

Farið verður frá Skeivapakkhúsi leygarmorgun klokkan 9. Siglt verður inn á Gøtu við fólkunum, sum tá kunnu vera við til fyrstu spennandi tímarnar av Tróndardøgunum, har serstakliga til avdúkingina av standmynd av Trónda í Gøtu. Høvi verður eisini at hoyra bisp og løgmann røða umframt at mangt annað er á skránni.

Okkurt verður so til matna umborð á heimferðini. Bátarnir eru aftur í Havn um klokkan 18. Fólk, sum vilja fara sjóvegis til aldarinnar tiltak í Gøtu leygardagin, kunnu ringja til Birgir Enni á 218520. Pláss er fyri umleið 75 fólkum umborð á teimum trimum førunum.