Skamt eftir klokkan 10 í morgun fóru brandalarmarnir í Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði í Hoydølum í gongd. Allir næmingar og lærarar vóru skjótt rikin út úr skúlastovunum og út á økið frammanfyri skúlan, og eingin visti hví brandalarmarnir fóru í gongd. Eingin roykur var tó at síggja, og stutta løtu eftir var orsøkin til at alarmarnir fóru í gongd funnin. Tað var eftir øllum at døma ein bóltur, ið var komin í ein brandalarm í fimleikahøllini, ið eisini er samanbygd við høvuðsbygningin. So skjótt hetta var greitt, fóru næmingar og lærarar aftur inn skúlan.