Brakið yvir øllum

Eitt ótrúliga spennandi vikuskiftið stendur fyri framman. Stóra steypavikuskiftið, har kvinnur og menn, ung og eldri, leik og lærd fara at dystast um steyp.

Endabresturin verður leygarkvøldið, tá finalan um løgmanssteypið verður leikt. Men áðrenn tað, fara øll hini at dystast. Dystast um tað, sum er mest týdningarmikli dysturin higartil í ár – hjá onkrum kanska mest týdningarmikli dysturin í lívinum higartil.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur spælt manga steypafinaluna gjøgnum tíðirnar. Seks ferðir, hevur havt havt steypið á lofti. Í hesum blað sigur hann soleiðis um tað, ið er upp á spæl í dag.

- Tað er fyrst og fremst spenningur, ið tað snýr seg um, tí at spæla um løgmanssteypið er øgiliga stórt. Og at vinna løgmanssteypið, tað er ein staðfesting av styrki. Tað skal ein heilt serliga psyka til at fara allan vegin. Og knallhart arbeiði. Leikarar skulu psykast upp og vera klárir, tí tú kanst ikki gera tað gott aftur í næsta dystinum. Landskappingin er øðrvísi, men í steypakappingini ert tú úti ella inni.

Hetta er veruleikin kring eina finalu sum hesa. Tí gera venjararnir alt fyri, at leggja favorittleiklutin yvir á mótstøðuliðið. Heðin Askham og Jógvan Martin Olsen ynskja sjálvsagt, at minst møguligt trýst er á teirra monnum.

- Víkingur hevur fyrr í ár vunnið tveir landskappingardystir ímóti okkum, og eisini í øðrum førum hava vit sæð, at Víkinga avrikini ímóti okkum eru óvanliga stinn, førir Heðin Askham fram, samstundis sum Jógvan Martin Olsen vísir á sigursvandu royndirnar hjá EB/Streymi.

- Síðani vit vóru í finaluni fyri trimum árum síðani er helmingurin av liðnum skiftur út. EB/Streymur hevur verið í finaluni fimm tær seinastu ferðirnar, og flestu lyklaspælararnir hava verið við allar ferðirnar, so teir vita orduliga, hvat tað snýr seg um.

Hetta vísir okkum, at nógv er upp á spæl og trýstið er stórt. Men hóast hetta, so hava liðformenninir á liðunum báðum yvirskot til at rósa hvørjum øðrum.

- Egil er Mr. EB/Streymur. Tá hann tosar, so lurta øll og eg veit ikki um nakran, sum kann siga nakað ringt um Egil, sigur Atli Gregersen millum annað um liðformannin hjá EB/Streymi. Egil á Bø vísir hinvegin á, hvussu Atli altíð tekur ábyrgd og ger sítt best.

- Hann hevur eisini eitt smittandi árræði, sum er týdningarmikið, tá man stendur fyri einari stórari uppgávu, sigur Egil á Bø um Atla Gregersen.

Hesar útsagnir eru hugaligar at lesa. Tað staðfestir, at hóast spenningur, trýst, heiður, æra og ikki minst nógvir pengar eru upp á spæl, so livir ítróttarandin framvegis. Tað er at fegnast um.

Góðan dyst og góðan steypadag!