Fótbóltur
Hóast veðrið ikki var av tí besta, so høvdu hópin av áskoðarum leitað sær til Skála, har oddadystur millum Skála og ÍF var á skránni. Tá tosað verður um fyrstudeildarfótbólt, so var talan her um heldur óvanliga støðu, men dysturin bar tó boð um, at hetta als ikki er av tilvild.
Tí hóast veðurgudarnir høvdu hug at arga, so fingu mongu áskoðararnir ein fínan fótbóltsdyst at síggja. Ikki minst tí liðunum báðum dámar at spæla fótbólt. Bólturin varð fyri tað nógva hildin niðri á graslíkinum, heldur enn at verða sendur upp í vindin, og tí slapp veðrið ikki at arga so nógv, sum tað annars kundi gjørt.
Ferðin í topp
Og frá fyrsta minutti var leikferðin høg. Skála hevði vindin undan fyrstu trý korterini, og tað tók teimum heldur ikki langa tíð at gera sær dælt av hesum. Fuglfirðingar høvdu tó ongan hug at gevast, og so stóð greitt, at talan skuldi verða um dyst við ferð, dramatikki og spenningi.
Og spenningurin helt sær allan vegin. Tríggjar ferðir vóru vertirnir á odda, men eins ofta javnaðu gestirnir. Eftir steðgin vóru tað fuglfirðingarnir, sum høvdu vindin í bakið. Hetta gav eisini at bíta seinasta korterið ella so, tá teir trýstu fyri útjavnandi málinum. Bartal Eliasen, sum hesaferð var við frá byrjan, varð fluttur niðan í álopið, og so kundu fuglfirðingarnir av álvara byrja at senda bóltar innfyri frá kantunum. Júst hetta tykist vera stóra styrkin hjá liðnum í ár, og aftur hesaferð var tað úr hesum støðum, at málini komu.
Kanska er Skála verjan ikki tann hægsta í landinum, men tað er tankavekjandi, hvussu væl fuglfirðingarnir hava lagað spælið til hesa styrkina. Spælt verður fyri tað nógva upp eftir kantunum, so sendast kann innfyri, og eisini í deyðbóltum er liðið sera vandamikið.
Framfýsnir skálamenn
Hjá Skála er styrkin aftur í ár ein hart arbeiðandi miðvøllur, sum støðugt leggur trýst á mótstøðuna. Og har liðið í øgiligari ferð megnar at umstilla seg, tá bólturin er vunnin.
Tað tók nógv lið á bóli í fjør, men hóast hesi nú eru ávarað, so er ilt at byrgja fyri slíkari ? hitsighet, segði Drillo ? í umstillingsspælinum. At liðið so eisini megnar hetta, hóast teimum enn restar tríggjar útlendskar leikarar, sum helst skulu teljast millum teir berandi, er framúr flott, og sigur eisini nakað um tær dygdir, sum búgva í liðnum.
Hesa ferð rakk tað so ikki til trý stig, men tað rakk til trý mál og ein fínan fótbóltsdyst. Og hóast teir iðraðu seg um seinu útjavningina, so er helst einki at ivast í, at Skála ? eisini hesaferð - kann draga nógvar positivar lutir úr dystinum.








