Brak við Jørgin, Rana og Hanusi

Tá sjómannadagurin er liðugur leygarkvøldið, verður eitt brak av eini konsert og dansi til kl. 02:30 í tjaldinum í Klaksvíksgarðinum.

Tá sjómannadagurin er liðugur leygarkvøldið, verður eitt brak av eini konsert og dansi til kl. 02:30 í tjaldinum í Klaksvíksgarðinum við rokklegenduni Jørgin Dahl, við Rani Nolsøe Band og Hanus G. Johansen.

 

Á skránni verða øll megahittini hjá teimum báðum frá 70’unum og 80’unum at hoyra.

 

 

Tað verður Rani Nolsøe Band, sum hitar upp við nøkrum av teimum góðu Frændur hittunum. Har spæla gittar snillingurin Mikkjal Hvannastein, bass stjørnan Jógvan Fróðin Baldvinsson, metronomurin Jens Pauli Joensen og Frændur rokkarin Rani Nolsøe.

 

 

Síðani verður tað Jørgin Dahl, sum kemur í front við flestu løgunum frá ‘Komið øll við’ í 1974 til ‘Well Allright’ í 1978.

 

 

Eftir tað er Hanus G Johansen á skránni við fleiri av sínum besta sangum. (Anfinn Nielsen mátti geva avboð vegna sjúku).

 

Kvøldið endar við einum braki av eini felags framførslu.