Brak í Trongisvági

Toppdystur verður í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti, tá TB tekur ímóti ÍF. Vinnarin kann leggja mótstøðuliðið aftur um seg í stríðnum um oddasessin.

Kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum hevur verið sera jøvn í ár. Øll liðini hava spælt upp ímóti hvørjum øðrum, og í flestu dystunum hava bæði liðini vunnið okkurt settið. Í oddinum liggja TB, Dráttur og ÍF jøvn við 12 stigum og beint í hølunum á teimum liggur SÍ við 10 stigum.
Sunnudagin verður so sannur toppdystur á skránni í Trongisvági, tá ÍF vitjar hjá TB. Gongdin hjá hesum báðum liðunum hevur verið góð í ár. Síðsta vikuskiftið vann TB toppdyst á heimavølli ímóti Drátti, so kvinnurnar av Tvøroyri hava fingið best hugsandi upptaktina til dystin ímóti ÍF.
ÍF hevur hinvegin ikki fingið bestu upptaktina til henda dystin. Mánakvøldið blivu tær hølvaðar av á Kambsdali, tá tær møttu SÍ, og í undanfarna dystinum vunnu tær við bit og slit á KÍF í Kollafirði.
Hesi bæði liðini hava møtt hvørjum øðrum eina ferð fyrr í ár, tá tey møttust á Kambsdali fyri góðum mánað síðani. Her var ÍF betra liðið, og tær vunnu dystin 3-1. Nú fær TB so nýggjan møguleika at vinna á ÍF. Megna tær hetta, so vera tær framhaldandi oddalið í bestu deildini, samstundis sum tær kunnu leggja ÍF aftur um seg. ÍF ætlar sær eisini sigurin í Trongisvági, tí tær eru í júst somu støðu sum TB.
TB má tó metast at vera favorittur til dystin, tí at tær hava víst betri spæl enn ÍF síðstu dystirnar, og harafturat hava tær vunnið allar dystirnar í Trongisvági í ár.