Tiltak verður á Seglloftinum tann 13. november til frama fyri gøtubørn í Kenya. Á skránni er musikk-kafé, filmur, tombola, lutaseðla søla, kafé, konsert, søla av heimagjørdum
lutum: klædnapløggum, taskum, teppum, pútum, turrikløðum, prýðislutum, bomm, smákøkum,sjokolátu. Góð brúkt klæði, ymiskir lutir úr Kenya- Afrika, so sum taskur, turrikløð, málningar o.a.
Kafé við kaffi og lagkøku.
At vinna verður alt frá jóla-sjokolátu, karamellum til prýðislutir, stakar, vasar, kurvar, fønara,
slættijarni, røstum fiski til flogferð frá Atlantic. Úrvali er ómetaliga stórt.
Konsert
Um kvøldið verður konsert við Jonhild, Theodor, barnakórinum hjá frelsunarherinum,
Eyðun Jacobsen, Zamar og Hjalmar, ið hevur Dagfinn og Neil við sær. Johan í Kollafirði er við sum toastmaster.
Tiltakið byrjar kl. 14.00 við sølu, tombola og musik-kafé, har Trygvi Strøm, Tróndur Enni og Eyðun
Jacobsen syngja og spæla.
Konsertin byrjar kl. 20.00, har kostar atgongumerki kr. 100,- tó ókeypis fyri børn.
Allur ágóðin av tiltakinum sum ?Næstin? stendur fyri fer óskerdur til gøtubørn í Nakuru, Kenya.
?Næstin? er ein bólkur av kvinnum í suðuroynni sum stuðla NLAI í Kenya.










