Fótbóltur
Við seks dystum eftir er 07 Vestur framvegis á botnsessinum í Vodafone-deildini. Ein sessur, sum vágaliðið hevur sitið á størsta partin av kappingarárinum.
Seinastu vikurnar hava tó av álvara kveikt vónina um, at 07 Vestur kann vinna seg upp um niðurflytingarstrikuna, áðrenn 27. og seinasta umfarið er av. Og ikki minst var talan um imponerandi sigur, tá teir seinasta sunnudag vunnu á útivølli móti Víkingi. Og verður talan aftur um trý stig, nú B36 vitjar, er bjargingin bara trý stig burturi.
Og tað verður eitt mest sum fullmannað lið, sum fer á vøllin. Einasta ivamálið er Hendrik Rubeksen, sum beklaði í vikuni, og tí neyvan er til reiðar at spæla, verður sagt úr Sørvági.
Hjá B36 iðra tey seg framvegis um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig burtur úr dystinum móti EB/Streymi mikukvøldið, men leikliga avrikið var tó at slíkum slag, at tað gevur vónir um fleiri stig.
Hesa ferð er einasta ivamálið Jákup á Borg, sum kendi nakað av eymleika í lærinum mikukvøldið, og tí ikki vandi í gjár. Men tað verður tó roknað sum sannlíkt, at hann er partur av hópinum, sum sunnudagin fer á vøllin til ein dyst, sum frá fleiri síðum verður mettur sum tann týdningarmesti hjá B36, síðani teir á seinasta leikdegi í 2005 vunnu FM-heitið í dysti móti HB.