BRAK í Mentanarhúsinum

Leygarkvøldið 6. desember fer nýggi bólkurin Brak at spæla til dans í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Virksemi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði er í hæddini, og aftur hetta vikuskiftið verður jólaborðhald í húsinum. Aftaná jólaborðhaldið, ella umleið kl. 24.00, verður so almennur dansur, har nýggi bólkurin Brak fer at spæla góðar dansitónar. Sjálvur bólkurin er nýggjur, men flestu tónleikararnir í bólkinum eru garvarðir, og kendir úr øðrum føroyskum bólkum, m.a. Rok. Høvuðsmenninir eru Signar í Homrum og Ólavur Øster, sum báðir spæla guitar, meðan Signar eisini er sangari í bólkinum. Hinir limirnir eru John Johannesen, bass og sang, Tummas Gudmundsen, keyboard og Albin Ísaksson, trummur og sang. ? Signar kenna vit serliga úr bólkinum Kjølar, sum var rættuliga væl umtóktur, ta tíð tað var. Seinastu tíðina hevur hann spælt við bólkinum Rok, og eisini teir eru vorðnir rættuliga væl umtóktur dansibólkur. Tónleikurin Brak spælir er bæði nýggjur og eldri dansitónleikur, ætlaður øllum aldursbólkum.
Dansurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði byrjar um miðnáttarleitið. Um nóg stór undirtka er, koyra bussar úr Havn (tel 22 33 11), úr Vestmanna (tel. 217752), av Toftum og av Strondum (tel. 225220) til dansin og heim aftur aftaná.