Brak í Klaksvík

Skal nakar taka ÍF, so má tað helst verða Mjølnir, og á heimavølli átti fortreytirnar fyri hesum at verið so góðar, sum tað nú eina ferð er gjørligt

Mansflogbóltur

Hjá monnunum eru tveir spennandi dystir á skránni hetta vikuskiftið. Í Havn skulu Fram og SÍ gera av hvat av hesum liðunum skal taka dystin upp við ÍF og Mjølnir um gullið. Fram tapti seinast fyri Mjølni og SÍ vann sannførandi á Fleyr. Í fyrra dystinum millum SÍ og Fram vanna Fram sannførandi 3-0, og sum skilst, so er ivasamt um Borko Ilic verður við hjá SÍ. Verður hann ikki tað, so er uppgávan hjá Fram munandi lættari. Hjá SÍ er alneyðugt at fáa nøkur stig.

Styrkisroyndin
Klaksvíkin er rættiliga karmur um oddastríðið í flogbólti hetta vikuskiftið. So avgjørt mest spennandi dysturin hetta kappingarárið hjá monnunum verður sunnudagin. ÍF hevur higartil vunnið alt sera sannførandi, og tað er ógvuliga torført at síggja nakran veikleika við liðnum. Hetta er nakað av tí besta, ið til ber at seta saman í Føroyum.
Mjølnir var á Kambsdali tíðliga í kappingarárinum, og tá gekk heilt illa. Tað frættist úr Klaksvík, at liðið nú er munandi betur samanspælt, og at útlendingarnir báðir eru komnir fyri seg av álvara. Mjølnir vann á Fram seinasta leikumfar, og tá vísti liðið sera gott spæl til tíðir, men ímóti ÍF skal hetta góða spælið vera frammi alla tíðina, um hugsingur skal vera um at geva ÍF fyrst ósigurin.
Mjølnir er í tí støðu, at teir hava tveir útsettar dystir. Báðir eru ímóti SÍ. Spælir Mjølnir síni kort væl, so kunnu teir tær næstu tvær vikurnar vinna oddasessin í bestu mansdeildini. Fyrsta og týdningarmiklasta stigið verður tikið sunnudagin ímóti ÍF.