Brak í Handilsgøtuni í Havn í morgin

At Dr. Jakobsensgøta við síðugøtum er Handilsgøtan í miðbýnum í Havn fara tey, sum reka vinnu í hesum umhvørvi, at "markera" í morgin og í annaðkvøld.

Handilsgøtan í miðbýnum í Havn er Dr. Jakobsensgøta við síðugøtum. Tað eru tey, sum reka handil og ymiska vinnu í hesum umhvørvi rættiliga sannførd um. Í hesum umhvørvi eru nógvir handlar, bæði klædna-, skógva-, búnýtis-og matvøruhandil, og her eru eisini frisørar, ferðaskrivstova og hotell.

 

Hetta fara tey, sum hava virksemi í Handilsgøtuni at "markera" í morgin og í annaðkvøld, tá tey fara at hava eitt hugnaligt "by night" tiltak í gøtuni, eins og handlar og fyritøkur fara at hava opið til út á kvøldið við ymiskum tilboðum og undirhaldi.

 

Fyriskipararnir av tiltakinum eru fýra í tali: Páll Breckman, Beinta Poulsen, Bergtóra Ó. Poulsen og Bogi Vík, og hetta er annars eitt tiltak, sum 29 handlar og fyritøkur í Handilsgøtuni standa aftanfyri.

 

Ymiskt undirhald verður eisini á skránni, og eitt nú fara Guðrið Hansdóttir, Lea Kampman og Anna Sofía Jørgensen at syngja og spæla, sjey mans fara at spæla á harmoniku, og her verða eisini DJ Hjørtur Lamhauge og Sámal Ravnsfjall.

 

- Vit hava eisini fingið tríggjar heitar pottar, sum fólk kunnu brúka ókeypis, Myndaboks verður við, her verða livandi modellir, sum fara at vísa fram klæði, hár og tógv og harumframt fara vit at grilla grísar og lomb, so fólk kunnu keypa sær ein bita.

 

Tað siga fyrireikararnir, sum vænta ein hugnaligan dag niðri í miðbýnum. Í einum tjaldi, sum verður sett upp í gøtuni, verður eisini høvi at seta seg niður.