Real Madrid hevur aftur lagt seg á odda í sponsku landskappingini, eftir at hava vunnið 1-0 á FC Barcelona í El Clasico uppgerðini í kvøld. Málskjúttar vóru Vinicius Junior og Mariano Diaz.
Danski landsliðsspælarin, Martin Braitwaite, fekk ein óhepnan leiklut fyri FC Barcelona, eftir at hann kom á vøllin til sín bara annan dyst fyri katalanska stórfelagið. Hann var fyrst um reppið at skora, men bara minuttin seinni var hann óansin, tá Toni Kroos spældi Vinicius Junior leysan í vinstru. Brasilski vongurin skoraði til 1-0.
Tað var annars ein rímiliga undirhaldandi uppgerð, har bæði liðini høvdu málmøguleikar. Serliga í fyrra hálvleiki mundi FC Barcelona hava fleiri vandamiklar møguleikar, men tíggju minuttir inn í seinna hálvleik tók Real Madrid yvir.
##med2##
Heimaliðið vann ofta bóltin á hálvuni hjá FC Barcelona og tóktist hava rímiligt tamarhald, men størsta styrki lá í at steðga teimum álopunum, tá Lionel Messi og aðrir komu í gjøgnum. Í yvirtíðini skoraði innskifti Mariano Diaz til 2-0, sum eisini bleiv úrslitið. Tað eru 12 umfør eftir av La Liga og nú er Real Madrid eitt stig frammanfyri FC Barcelona.
##med3##













