Braithwaite størsti syndarin hjá FC Barcelona

La Liga: Danskarin livdi ikki upp til málini frá fyrsta dystinum, og saknurin eftir Lionel Messi sæst

Annað umfari í sponsku landskappingini er farið í gongd. Í gjárkvøldið spældi FC Barcelona javnleik 1-1 í baskaralandinum móti Athletic Bilbao. Størsti syndarin hjá gestunum úr Kalalonia var danski Martin Braithwaite.

 

Hann skoraði tvær ferðir í fyrsta umfarinum, tá FC Barcelona vann 4-2 á Real Sociedad. Yvirskriftirnar í donskum miðlunum vóru ikki til at tala feil av, men í dag stendur lítið og einki um avrikið hjá danska landsliðsspælaranum.

 

Hann brendi størsta kjansin hjá gestunum í dystunum, tá hann úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin langt uppum. Hann bleiv eisini skiftur út fyri 18 ára gamla debutantin, Yusuf Demir. Vertirnir úr Athletic komu á odda eftir hornaspark, sum Inigo Martinez stútaði í mál. Eitt korter fyri tíð javnaði Memphis Depay við dundurskoti úr vinstri.

 

– Tað er ikki tí vit skulu tosa um tað sama umaftur og umaftur, men tað sæst at ongin Lionel Messi er við, men vit kunnu ikki broyta tað. Vit kundu altíð spæla til hann og hann helt fast í bóltinum, sigur Ronald Koeman, venjari hjá FC Barcelona.

 

Bæði Atletico Madrid og Real Madrid skulu spæla í kvøld.