Brahimi skal royna semju

Alt bendir á, at algerski diplomaturin Lakhdar Brahimi skal royna seg sum ST-semingsmann í Sýrialandi, eftir at Kofi Annan gavst herfyri. Tað siga ST-keldur í New York við fronsku tíðindastovuna AFP. Keldurnar siga, at tað er Ban Ki-moon, aðalskrivari, sum hevur valt Lakhdar Brahimi, og at avgerðin verður almannakunngjørd um nakrar dagar.

Lakhdar Brahimi (myndin) var eitt skifti uttanríkisráðharri í Algeria, og hann hevur arbeitt sum ST-diplomatur í mong ár. Eitt nú var hann serligur ST-sendimaður í Irak beint aftan á amerikonsku innrásina har í 2003, hann var eisini í Afghanistan, og hann umboðaði ST í Suðurafrika, tá apartheid-skipanirnar blivu settar úr gildi har.

Eygleiðarar í New York siga, at tað verður trupult hjá tí 78 ára gamla diplomatinum at fáa semju millum teir stríðandi partarnar í Sýrialandi, og fleiri halda, at tað er nyttuleyst at royna eftir einari diplomatiskari loysn.