Nú fæst onnur útgáva av mentanarritinum Braga í leysasølu fyri 76 kr. eintakið. Tað fæst til keyps eitt nú í H. N. Jacobsens Bókahandli, í Bókasøluni í SMS, í Horninum í SMS og í Alfa Bókahandli í Klaksvík.
Bragi inniheldur bókmentaligt tilfar og hesaferð eisini tilfar um myndlist. Harumframt verður tann nýggjasti skaldskapurin í Føroyum umvældur, meðan føroysk mentanarviðurskifti í breiðum týdningi eisini verða viðgjørd í blaðnum. Føroyskir útisetar geva blaðið út.
Ætlanin við Braga er, at blaðið skal vera ein miðil, sum vendir sær til ein breiðan lesaraskara til kunningar um tað týdningarmesta, sum hendir á føroyska mentanarpallinum. Tað inniheldur ummæli og greinar skrivaðar av føroyingum, sum dagliga fáast við mentan og bókmentir, og er sostatt staðið, har ymisk sjónarmið kunnu roynast og sammetast við onnur. Bragi roynir bæði at finna tað serstaka í mentan okkara, og at seta serføroysku mentanarfyribrigdini inn í eina størri, norðurlendska evropeiska heild.
Onnur útgáva av Braga inniheldur tilfar sum t.d.:
·Grein um skaldskapin hjá Williami Heinesen. Malan Marnersdóttir skrivar;
·Samrøðu við Jóanes Nielsen um yrkjaravirksemið; Oddfríður Rasmussen skrivar;
·Samrøðu við Hansinu Iversen um hennara uppfatan av myndlistini í Føroyum og uttanlands. Kinna Poulsen skrivar;
·Ummæli av nýggjastu bókunum hjá Tóroddi Poulsen, Jóanesi Nielsen og Jens Paula Heinesen o.o.
·Fastir teigar sum t.d. Bókin kring heimin, sum hesaferð hyggja nærri at bókmentarákunum í Svøríki og Noregi.
Bragi hevur ikki peningaligan vinning í hyggju og er óheft politiskt og átrúnaðarliga.
Bragi er 64 síður til støddar og er í litum. Tað kostar 76 kr. í leysasølu, og 65 kr. eintakið hjá haldarum. Tað ber til at tekna seg sum haldara á heimasíðuni www.bragi.dk, ella við at senda eitt t-bræv til: bragi@mail.tele.dk











