Ítróttarfelagið Bragdið hevur gjørt tvey ára samstarvsavtalu við Eik og Tryggingarfelagið Føroyar.
Nevndin í Bragdinum er væl nøgd við avtaluna, sum fer at hjálpa væl til í tí dagliga, eitt nú við ungdómsarbeiðnum, sum alsamt vindur upp á seg. Tey ungu eru til fleiri altjóða kappingar uttanlands árliga.
Tað at Bragdið og Eik og TF hava gjørt eina tvey ára avtalu, kemur uttan iva at síggjast aftur í gerandisdegnum. Til tær heimligu kappingarnar fara flest allir aktivu rennandi limirnir at renna í nýggjum búnum við búmerkjunum hjá Eik og TF.
Ítróttarfelagið Bragdið er eitt av størstu ítróttarfeløgum í Føroyum innan frælsan ítrótt. Umleið 450 limir í øllum aldri eru knýttir at felagnum.
Á myndini eru, f.v.: Ólavur Jensen, sølu- og marknaðarleiðari í Eik, Fríðrikur Bláhamar, formaður í Bragdinum og Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.