Bragdið heiðrar rennarum í Miðlahúsinum

Í dag frá klokkan 15 skipar Bragdið fyri móttøku í Miðlahúsinum at heiðra ungu gullvinnarunum í DM fyri ung, Bjørk Herup Olsen og Rúna Seloy

Farna vikuskiftið vóru tvey umboð fyri Bragdið við til árligu kappingina um danmarksmeistaraheitini fyri ung. Tað var Hvidovre Atletik, sum fyriskipaði kappingina, sum fór fram á Hvidovre Stadion. Føroysku umboðini vóru Bjørk Herup Olsen, sum rennur í bólkinum gentur 16-17 ár og Rúni Seloy, sum rennur í bólkinum dreingir 14-15 ár.

Vónirnar um heiðursmerki vóru góðar. Bjørk hevði bestu tilmeldingartíð á 3000 m og næstbestu tíð á 1500 m. Rúni hevði frammandan triðbestu tíð á 800 m og fjórðubestu á 1500 m. Men har var lítið í millum, og væntandi var, at Rúni fór at renna nakað skjótari enn tilmeldingartíðirnar. Bjørk hevur runnið nógvar kappingar í ár, og sett 13 føroysk met. Hjá henni galt tí mest um at liva upp til tilmeldingina.

Móttøkan í Miðlahúsinum verður kl 15.