Fiskivinnna
Í gjár landaðu trý línuskip í Klaksvík. Fugltúgvan hevði 43.000 pund, Helena sløk 60.000, og Kvik hevði 105.000 pund, sum teir seldu fyri stívliga 700.000 krónur.
Fríggjadagin landaðu eisini trý línuskip í Klaksvík. Mesta fiskin hevði Klakkur, sum landaði 100.000 pund á 10 setum. Teir royndu norður úr Mykinesi.
Ågot og Grani, sum royndu á Íslandsrygginum, landaðu eisini fríggjdagin. Teir høvdu ávikavist 60.000 og 55.000 pund, meginparturin toskur.
Lakari upsaveiða
Í dag er eingin landing í Klaksvík, men væntandi koma partrolararnir Borgarin og Navarin inn at landa í morgin ella hósdagin.
Úr Klaksvík frættist, at upsafiskiskapurin er lakari nú, enn hann var fyrstu túrarnar í árinum.
Borgarin og Navarin vóru ríkiliga fullir á fyrsta túri, tá teir høvdu sløk 300.000 pund tilsamans, men sum skilst, hevur ikki gingið so væl hendan túrin.
Trolbáturin Varðin kemur eisini inn at landa hósdagin, og í gjár høvdu teir góð 23.000 pund inni.
Úr Klaksvík frættist annars, at fiskaprísurin hevur verið góður, men hann er ikki eins góður, og hann var í byrjanini av árinum.
Útróður
Í Klaksvík eru nógvir útróðrarbátar, bæði stórir og smáir. Tá ið viðrar, og streymurin er góður, eru nógvir bátar við línu.
Landingarmiðstøð Føroya útvegar hesum monnum krana, so fiskurin kann fáast upp úr bátunum, tá ið teir koma aftur at landi.
Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at bátarnir hava fingið nakað av fiski, men hann hevur ikki rættiliga fylgt við, hvussu gingist hevur seinastu dagarnar.










